Mentan

Kristina Bærendsen aftur í íslendsku Grand Prix-kappingina

Hoyr lagið her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-01-27 08:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska sangarinnan Kristina Skoubo Bærendsen fer í ár at royna seg í íslendsku Grand Prix-kappingini.

Tað kunngjørdi íslendska kringvarpið, RÚV, í gjár.

Hon luttók eisini í 2017, og tá sang hon eitt countrylag, “Þú og ég” saman við íslendinginum Páll Rósinkranz.

Í ár roynir Kristina seg sjálv við lagið, sum hon hevur gjørt og Valgeir Magnússon og Sveinn Rúnar Sigurðsson hava skriva orð til.

Lagið eitur “Ég á mig sjálf” á íslendskum og “Mamma said” á enskum.

Undanumfør vera 9. og 16. februar og finalan verður 2. mars.

Hoyr øll løgini á ruv.is her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder