Mentan

Kristina Bærendsen víðari í íslendska grand prixnum kortini

Sangurin "Mama Said" hjá Kristinu Bærendsen verður at hoyra í finaluni kortini

2019-02-16 21:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fyrru hálvfinaluni í íslandska grand prixnum, sum á íslendskum nevnist Söngvakeppnin, í síðstu viku luttók føroyska Kristina Bærendsen við íslendska sanginum "Ég á mig sjálf" (á føroyskum "Eg eigi meg sjálva"), men tann sangurin var ikki ein teirra, sum slapp víðari tá.

Teir, sum komu víðari í síðstu viku vóru "Hatrið mun sigra" hjá bólkinum Hatara, og "Eitt andartak" hjá Heru Björk.

Men Kristina Bærendsen er tó ikki liðug í sangkappingini kortini.

Seinna hálvfinalan varð hildin í kvøld, og eins og síðsta leygardag skuldu tveir sangir finnast, sum skuldu sleppa víðari til finaluna, sum verður 2. mars.

Teir báðir sangirnir, sum komu víðari í kvøld vóru "Hvað ef ég get ekki elskað?" hjá Friðrik Ómar og "Betri án þín" hjá Töru Mobee.

Men umframt tað valdi dómsnevndin ein 5. sang, sum skuldi víðari í finaluna, og dómsnevndin valdi sangin hjá Kristinu Bærendsen.

Sostatt sleppa vit kortini at hoyra Kristinu Bærendsen framføra ensku útgávuna av sangi sínum, "Mama Said" í mars.

Men Kristina Bærendsen verður ikki einasti føroyingur, sum verður at síggja í íslendsku finaluni.

Jógvan Hansen var nevniliga kórsangari hjá Friðrik Ómar, sum hann eisini hevur samstarvað nógv við fyrr.

Vinnarin av finaluni sleppur at umboða Ísland í altjóða Eurovision sangkappingini, sum verður hildin í mai. Ísrael vann kappingina í fjør, og tí verður ársins altjóða kapping hildin í Tel Aviv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder