Tað er í kvøld, at Kristina Bærendsen skal royna seg í finaluni í íslendska Melodi Grand Prixnum - Söngvakeppninn. Føroyska songkvinnan kom ikki víðari úr undanumfarinum í fyrstu syftu, men hon fekk eitt sokallað Wild Card, og er ímillum teir fimm finalistarnar:
Hvað ef ég get ekki elskað — Friðrik Ómar
Mama said — Kristina Bærendsen
Fighting for love — Tara Mobee
Moving on — Hera Björk
Hatrið mun sigra — Hatari
Dómsnevndin gav Kristinu ein nýggjan møguleika, og mett verður at "Ég á mig sjálf" (á føroyskum "Eg eigi meg sjálva") hevur ein góðan møguleiki. Veddingarfyritøkan Betsson gevur pengarnar aftur 2,85 ferðir aftur, um Kristina Bærendsen vinnur. Bert Hatari hevur lægri odds, og hann verður eisini nevndur ímillum favorittarnir hjá serfrøðingunum. Friðrik Ómar, har Jógvan Hansen er kórsangari, verður eisini mettur at hava ein realistiskan møguleika.
Spennandi verður, um Kristina megnar at syngja seg víðari. Finalan byrjar klokkan 19.45 og til ber at síggja hana í Kringvarpinum.
Uttanlands
Kristina er næststørsti favoritturin
Kristina verður mett at hava góðan møguleika í finaluni í Íslandi í kvøld
2019-03-02 11:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald