Innanlands

Kristina Háfoss nýggjur dagligur leiðari hjá Javna

1. desember avloysir hon Fíu Petersen, sum hevur virkað sum dagligur leiðari seinastu fimm árini

Kristina Háfoss tekur við starvinum 1. desember (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kristina Háfoss tekur við starvinum 1. desember (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-16 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Javni hevur sett nýggjan dagligan leiðara. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Nýggi leiðarin er Kristina Háfoss, sum tey flestu munnu kenna úr politikki, har hon hevur verið virkin bæði sum løgtings- og landsstýriskvinna seinastu 20 árini.

Kristina Háfoss tekur við starvinum sum dagligur leiðari hjá Javna 1. desember. Hon avloysir Fíu Petersen, sum umframt at vera forkvinna eisini hevur virkað sum dagligur leiðari síðan 2015.

Kristina Háfoss er 45 ára gomul, og hevur tvær hægri útbúgvingar sum búskaparfrøðingur og løgfrøðingur. Harafturat hevur hon eisini útbúgving í leiðslu. Hon býr í Havn saman við manninum og fýra børnum teirra.

Kristina hevur røkt fleiri álitissessir og hevur starvast í føroyska vinnulívinum í nógv ár. Millum annað hevur hon starvast sum búskaparfrøðingur í Landsbanka Føroya, sum projektleiðari og íløguráðgevi hjá Føroya Banka, og sum deildarstjóri fyri menning, KT og marknaðarføring í Tryggingarfelagnum Føroyum.

– Umvegis sínar drúgvu starvsroyndir á politiska pallinum hevur Kristina fingið eitt breitt innlit í lóggávu, stovnar, skipanir og viðurskifti á brekøkinum. Afturat hesum kennir hon flestu viðurskiftini væl frá privata sjónarhorninum, tí eini sonurin ber brek. Vit ynskja Kristinu góða eydnu við starvinum, og gleða okkum at samstarva við hana. Saman vilja vit føra føroyska samfelagið enn longur á javnrættinda leið, skrivar Javni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder