Mentan

Við takksemi: Kristina Nónklett Hansen gevur út nýggja fløgu

Útgávuløta verður í Kelduni í Skálafirði mikukvøldið 30. oktober kl. 19

2019-10-28 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 30. oktober kemur nýggj fløga út við Kristinu Nónklett Hansen.

Kristina Nónklett Hansen hevur verið aktiv í sangi í nógv ár. Hon hevur sungið síðani hon var ein smágenta. Seinastu árini hevur hon verið aktiv sum lovsongsleiðari í Kelduni, har eisini fleiri av hennara løgum verða sungin.

Fløgan ber brá av tí, sum Kristina brennur fyri, og tað er lovsongurin og tilbiðjanin av Jesus Kristus.

Fløgan, sum ber heitið "Við takksemi" inniheldur 13 løg, har tey flestu eru skrivað av Kristinu sjálvari. Eisini hevur Terje Vestergaard gjørt lag til tvey av løgunum, eisini Eyðun Jacobsen hevur gjørt orð og lag til eitt, og tað sama hevur Hervør á Torkilsheyggi.

Fløgan er upptikin í Crossroads Studios, Arden NC í USA, men nakrar av røddunum eru tó upptiknar í upptøkuhølunum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.

Tað eru Jeff Collins og Lauren Talley sum hava skipað og lagt sang og tónleik til rættis.

Í sambandi við fløguútgávuna, verður útgávuløta í Kelduni í Skálafirði mikukvøldið 30. oktober klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder