Innanlands

Kristina Roest tikið sæti á tingi

Triðja eykafólkið hjá Javnaðarflokkinum á ting fyri fyrstu ferð

(Mynd: Javnaðarflokkurin)

(Mynd: Javnaðarflokkurin)

2019-12-30 10:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

32 ára gamla Kristina Roest úr Trongisvági, hevur í dag tikið sæti á tingi fyri fyrstu ferð.

Hon er komin á ting fyri Henrik Old, sum er farin í farloyvi í eina viku.

Kristina Roest er býráðslimur í Tvøroyrar kommunu og nevndarforkvinna í IRF. Hon fekk 227 atkvøður til løgtingsvalið og bleiv sostatt triðja varafólk á tingi.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder