Uttanlands

Kristnir fangar sleppa at halda jól og nýggjár við familjuni

Útvaldir kristnir fangar, sum sita inni í Iran, sleppa heim til familjuna at hátíðarhalda jól og nýggjár – Meginparturin av teimum kristnu í Iran eru úr Armenia, og hátíðarhalda tey jólini á trettanda degi, 6. januar

Jólapynt í Teheran (Mynd: EPA)

Jólapynt í Teheran (Mynd: EPA)

2021-12-27 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kristnir fangar, sum sita í fongsli í Iran sleppa at hava tíggju dagar frí við familjuni fyri at hátíðarhalda jól og nýggjár, upplýsir iranska rættarskipanin.

Upplýst verður, sambært Ritzau, at útvaldir kristnir fangar sleppa heim til familjuna. Hvussu nógvir talan er um, og nær hesir sleppa heim, er ikki greitt.

Tó er greitt, at hetta ikki er galdandi fyri tey, sum eitt nú sita inni fyri frælsistøku, vápnað rán og eru partur av brotsmannafelagsskapum. Heldur ikki er tað galdandi fyri tey, sum eru deyðadømd.

Tað er ikki óvanligt, at muslimskir fangar fáa serlig rættindi undir muslimskum høgtíðum, men tað er meira sjáldsamt, at hetta hendir fyri tey kristnu í landinum.

Í Iran búgva 83 milliónir fólk, og bert uml. eitt prosent av fólkinum eru kristin. Meginparturin av iranska fólkinum eru shiamuslimar.

Meginparturin av teimum kristnu í Iran eru úr Armenia, og hátíðarhalda tey jól á trettana dagi jóla, ið er 6. januar. Um hesa tíðina er ikki óvanligt at síggja jólapynt í handlunum í teimum stóru iransku býunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder