Uttanlands

Kroatia skiftir til evruna og fer uppí Schengen-samstarvið

Hetta er fyrstu ferð í eitt áratíggju, at Schengen-samstarvið verður víðkað, og nú Kroatia hevur skift gjaldoyra frá kuna til evruna, eru bert sjey lond í ES, sum ikki hava evruna sum gjaldoyra

Kroatia er 20. landið, sum skiftir yvir til evruna, og eru bert sjey ES-lond eftir, sum ikki hava fingið sær evruna sum gjaldoyra (Savnsmynd)

Kroatia er 20. landið, sum skiftir yvir til evruna, og eru bert sjey ES-lond eftir, sum ikki hava fingið sær evruna sum gjaldoyra (Savnsmynd)

2023-01-02 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. januar gjørdist Kroatia partur av Schengen-samstarvinum, og landið skifti samstundis eisini gjaldoyra frá kuna til evruna.

At Kroatia er vorðið partur av Schengen-samstarvinum merkir, at tað er frítt at ferðast millum Kroatia og onnur Schengen-lond. Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð í eitt áratíggju, at Schengen-samstarvið, sum nú telur 27 lond, verður víðkað.

Tað var í desember, at ES-londini samtyktu at loyva Kroatia við í Schengen-samstarvið, men samstundis varð loyvi ikki givið til Rumenia og Bulgaria.

Kroatia, sum hevur verið limur í ES síðan 2013, er vorðið 20. evrulandið. Tey fyrstu 12 londini skiftu yvir til evruna í 2002, og nú eru bert sjey ES-lond, sum ikki hava evruna sum gjaldoyra. Tey eru Danmark, Bulgaria, Kekkia, Ungarn, Pólland, Rumenia og Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder