Uttanlands

Kroatia skiftir yvir til evruna

Kroatia gerst 1. januar næsta ár 20. landið at brúka evruna sum gjaldoyra

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-13 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næsta ár verður kroatiska gjaldoyrað, kuna skift út við evruni. Tað er greitt eftir at Kroatia hevur fingið endaligu góðkenningina frá fíggjarmálaráðharrunum í ES til at gerast partur av sonevndu evrosonuni.

Sostatt gerst Kroatia 1. januar 20. landið at fáa sær evruna sum gjaldoyra.

Kroatia, sum hevur verið limur í ES síðan 2013, hevur skulað lúka nakrar treytir fyri at gerast evroland. M.a. skal kursurin á gjaldoyranum vera støðugur, og skal landið hava skil á búskapinum.

Kursurin á núverandi gjaldoyranum er 753 fyri 100 evrur. Til samanberingar er kursurin á donsku krónuni í skrivandi stund 744,03 fyri 100 evrur.

Tey fyrstu 12 londini skiftu yvir til evruna í 2002, og tá Kroatia skiftir yvir til evruna, verða bert sjey ES-lond, sum ikki hava evruna sum gjaldoyra. Tey eru Danmark, Bulgaria, Kekkia, Ungarn, Pólland, Rumenia og Svøríki.

Sambært Ritzau væntast øll hesi londini uttan Danmark og Svøríki at skifta yvir til evruna, tá tey lúka treytirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder