Mentan

Kristina Bærentsen kom ikki víðari

Tey, sum komu víðari í kvøld voru Hatari við sanginum "Hatrið mun sigra" og Hera Björk við sanginum "Eitt andartak"

Skíggjamynd (KVF)

Skíggjamynd (KVF)

2019-02-09 21:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld var fyrra hálvfinalan í íslendska grandprium, sum á íslendskum verður nevnt "Söngvakeppnin".

Føroyska Kristina Bærentsen luttók við íslendska sanginum "Ég á mig sjálv" (á føroyskum "Eg eigi meg sjálva".

Av teimum, sum vóru við í kvøld, sluppu bert tveir sangir víðari til finaluna, sum verður 2. mars.

Kristina Bærentsen var tó ikki ein teirra, sum slapp víðari í kvøld, og er hon tí liðug í kappingini á hesum sinni.

Sambært in.fo hevði Kristina Bærentsen heldur ikki tær stóru vónirnar um at náa til finaluna.

- Eg vænti ikki, at vit koma víðari, tí tað eru so fá, sum kenna meg í Íslandi, segði hon.

Í finaluni skulu luttakarar syngja ensku útgávuna av sangi teirra, og tíverri verður "Mama Said" hjá Kristinu Bærentsen ikki at hoyra 2. mars.

Tey, sum komu víðari í kvøld voru Hatari við sanginum "Hatrið mun sigra" og Hera Björk við sanginum "Eitt andartak".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder