Uttanlands

Krúnprinsurin fekk boðini tríggjar dagar áðrenn nýggjár

Synirnir hjá Margretu drotning, Fríðrikur krúnprinsur og Joakim prinsur, vórðu ikki kunnað um, at drotningin ætlaði at leggja frá sær fyrr enn 28. desember

(Savnsmynd: Morten Krüger/Kongshúsið)

(Savnsmynd: Morten Krüger/Kongshúsið)

2024-01-11 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nýggjársrøðuni 31. desember boðaði Margreta drotning almenninginum frá, at hon fór at lata trónuna víðari til Fríðrik krúnprins, og hetta var ikki langt aftaná, at komandi kongurin sjálvur hevði fingið boðini.

Sambært Ritzau váttar danska kongshúsið fyri Berlingske, at Fríðrikur krúnprinsur ikki varð kunnaður um avgerðina fyrr enn 28. desember, tríggjar dagar áðrenn restin av ríkinum fekk tað at vita.

– Eg kann vátta, at Margreta drotning kunnaði bæði krúnprinsin og Joakim prins um avgerðina 28. desember, sigur samskiftisstjórin hjá kongshúsinum, Lene Balleby við blaðið.

Hovið og Mette Frederiksen, forsætisráðharri vórðu eisini kunnað stutt frammanundan, men nær tey fingu boðini, vil hon ikki siga.

Heldur einki verður sagt um, nær drotningin tók avgerðina um at leggja frá sær.

Tað verður sunnudagin seinnapart, at drotningin formliga fer frá, og Fríðrikur krúnprinsur verður Fríðrikur kongur X.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder