Uttanlands

Krúnprinsurin fingið húgvuna

Var uppi í høvuðsuppgávuni í dag - men vildi ikki út við hvat ummælið var

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-24 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú kunnu tey gera klárt at halda húgvuveitslu á Amalienborg í Keypmannahavn aftur. Komandi kongurin í Danmark, 18 ára gamli Christian krúnprinsur, fekk studentshúgvuna á høvdið á Ordrup Gymnasium í dag.

Krúnprinsurin byrjaði annars miðnámsútbúgving sína á Herlufsholm Kostskole, men eftir at tað var avdúkað í eini sjónvarpssending, at umfatandi happing, harðskapur og kynsligur ágangur fór fram á kostskúlanum, varð avgjørt, at prinsurin frá 2022 skuldi halda fram í 2.g á Ordrup Gymnasium.

Krúnprinsurin var uppi í munnligari verju av síni høvuðsuppgávu í dag – tað, ið verður kalla SRP (Studieretningsprojekt) á donskum miðnámsskúlum. Sjálvur vildi Christian ikki upplýsa hvat ummæli hann fekk, men at hann var nøgdur.

Tað var lærarin, sum setti húgvuna á høvdið á kongaliga næminginum, veit dr.dk at siga.

Uttan fyri bíðaðu foreldur hansara og systkinini Isabella, Vincent og Josephine.

- Tað vildi verið løgið, um eg ikki var errin í dag. Hann hevur havt trý góð ár á miðnámi, og nú stendur úrslitið her, errin og flottur, segði Fríðrik kongur við miðlarnar.

Tað er enn ikki alment kent, hvat krúnprinsurin nú skal gera. Men í sjónvarpssendingini hjá DR, ‘Prins Christian – En kongelig rejse’ segði hann, at hann sær fram til at fara í hertænastu. Í dag segði hann, at hann “helst fer út at hyggja at verðini og royna seg sjálvan av á ein nýggjan hátt”.

Um framtíðarætlanirnar segði mamman, Mary drotning:

- Ætlanirnar eru við at vera komnar upp á pláss. Tað bíða honum spennandi ár fyri framman.

Men fyrst skal studentsprógvið feirast og summarið njótast. Próvhandanin verður fríggjadagin, og eftir tað fer krónprinsurin út at koyra í pyntaðum vogni og halda veitslu saman við floksfeløgunum.

Myndir: EPA


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder