Uttanlands

Krúnprinsurin má avlýsa ferð til Olympisku Leikirnar

Hevur verið í nærsamband við koronasmittaðan persón

Krúnprinsurin saman við konu og elsta soninum til fótbóltsdyst í London herfyri (Savnsmynd: EPA)

Krúnprinsurin saman við konu og elsta soninum til fótbóltsdyst í London herfyri (Savnsmynd: EPA)

2021-07-19 16:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríðrikur prinsur verður ikki til staðar, tá Olympisku Leikirnir verða settir í japanska høvuðsstaðnum Tokyo seinni í vikuni.

Orsøkin er, at krónprinsurin hevur verið í nærsambandi við ein persón, ið hevur verið smittaður við covid-19. Og orsaka av teimum strongu innferðarkrøvunum til Japan, so fær prinsurin ikki møguleika at vera við, hóast Fríðrikur prinsur er liðugt koppsettur.

Trónarvingin er annars limur í altjóða olympisku nevndini, og ætlanin var, at hann skuldi vera við á leikunum frá 19. til 26. juli. Krúnprinsurin fer annars – eftir egnum ynski – úr olympisku nevndini, og tað hendir formeld á 138. aðalfundinum í IOC 20. og 21 juli. Nú luttekur Fríðrikur prinsur ístaðin talgilt umvegis netið, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder