Uttanlands

Krúnprinsurin skorin fyri skaða í økslini

Fekk lítlan skaða undir skíðing í Sveits í farnu viku

Krúnprinsafamiljan í Sveits (Mynd: EPA)

Krúnprinsafamiljan í Sveits (Mynd: EPA)

2020-02-18 11:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríðrikur krúnprinsur varð í gjár lagdur undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum fyri ein skaða í økslini, sum hann fekk í samband við skíðing í Sveits í farnu viku.

- Krúnprinsurin var í dag ambulant kannaður og viðgjørdur á Ríkissjúkrahúsinum. Viðgerðin innibar ein einfaldan skurð, sum gekk eftir ætlan, upplýsti kongshúsið í gjár á heimasíðu síni. Lagt verður afturat, at skaðin ikki fær ávirkan á almennu uppgávurnar hjá krúnprinsinum.

Fyrst í januar fór krúnprinsafamiljan til Sveits fyri at børnini Christian, Isabella, Joesphine og Vincent kundu fara undir eitt skúlavist í Verbier í 12 vikur.

Meðan børnini eru í skúla, er Mary krúnprinsessa í Sveits saman við børnunum. Tá møguleiki er til tess, er Fríðrikkur eisini í Sveits.

Familjuni dámar væl at standa á skíð, og tað verða fríløturnar tí brúktar til.

Fríðrikkur krúnprinsur hevur fyrr havt trupulleikar við rygginum. Í 2018 varð hann lagdur undir skurð fyri ein diskusprolaps. Tað var orsøkin til, at hann bert í avmarkaðan mun kundi luttaka í Royal Run í sambandi við fimmti ára føðingardagin, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder