Innanlands

Kryddaðir sildabitar av Norðingi til Svøríkis

Góð og feit sild verður kryddað hjá Tavini í Leirvík

Marnar Pattinson, virkisleiðari, skoðar framleiðsluna

Marnar Pattinson, virkisleiðari, skoðar framleiðsluna

2018-10-10 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tavan í Leirvík er komin rættiliga í gongd við at skera sild og leggja hana í laka.

Nakrar royndir vórðu gjørdar í fjør, og nú er virkið farið í gongd við at framleiða eina nýggja sending til sviar, ið dáma serliga væl sildina frá Tavuni.

Í gjár kom fyrsta nøgdin inn á virkið. Tað var ein partur av veiðini hjá Norðingi. Talan er um góða og feita sild, sum verður flakaskorin, skorin í bitar og síðan løgd í ein serligan kryddlaka í tunnum.

Tunnurnar verða útfluttar til Svøríkis, har hon verður koyrd í minni pakningar áðrenn hon fer út í handlarnar.

Tavan hevur fingið tillutað 800 tons av sild frá "Vinnuligum Fiskivinnuroyndum". 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder