2022-04-21 09:16
Heimsumfatandi tænastan fyri kryptogjaldoyra, Binance, ið er heimsins størsta av sínum slagi, avmarkar nú møguleikan hjá russiskum borgarum at brúka tænastuna.
Tað er ikki longur møguligt at keypa og selja frítt við kroptogjaldoyra á Binance fyri russar, um ognin í kryptogjaldoyra, so sum Bitcoin og Ethereum, er oman fyri 10.000 dollarar – svarandi til knappar 70.000 krónur.
Russiskar kontur við meira enn 10.000 dollarar innistandandi, hava nú einans møguleika fyri at taka pengar út, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald