Uttanlands

Kryptomarknaðurin farin á flog

Síðan Trump vann amerikanska forsetavalið hevur ferð verið á Bitcoin og øðrum kryptogjaldoyrum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-08 22:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað lýsir grønt á kryptogjaldoyramarknaðinum. Tað hevur tað í stóran mun gjørt síðan Donald Trump vann amerikanska forsetavalið mikumorgunin.

Komandi amerikanski forsetin hevur nevniliga alsk til krypto, og tað merkist á kursbroytingunum fyri eitt nú Bitcoin.

Kursurin á kryptogjaldoyra sum heild vaks umleið níggju prosent mikudagin. Prísurin á Bitcoin setti eisini met.

Í dag setti Bitcoin aftur met og hevði fyrr í kvøld eitt virði upp á 77.000 dollarar fyri eitt bitcoin. Prísurin liggur nú nakrar hundrað dollarar undir.

Fleiri onnur sløg av krypto eru eisini á veg upp eftir. Fleiri hava ein prosentvøkstur, sum er hægri enn 10 prosent. Bitcoin liggur í dag umleið á tíggju prosentum í vøkstri, meðan okkurt slag av kryptovaluta er hevur ein vøkstur upp á omanfyri 20 prosent síðani Donald Trump varð valdur til forseta.

Til eina ráðstevnu um kryptogjaldoyra í summar í Nashville slóð Trump fast, at hann hevði í hyggju at gera USA til heimsins kryptohøvuðsstað við at seta ferð á framleiðsluna av kryptogjaldoyrum í USA. Hann ætlaði eisini at seta eina nevnd at ráðgeva um bitcoin og krypto sum heild.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder