Uttanlands

Kt-risar vraka sosialan miðil

Parler, ið verður roknað sum Twitter fyri amerikanska høgraveingin, er nú tikin av app store hjá Google og Apple, tí mann óttast, at han verður brúktur til at eggja til uppreistur og skipa fyri fleiri álopum

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2021-01-10 18:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at fráfarandi amerikanski forsetin, Donald Trump er vorðin útihýstur av Twitter, eru kt-risarnir Google og Apple nú farnir eftir sosiala miðlinum Parler.

Parler verður roknað sum Twitter fyri amerikanska høgraveingin, og Google og Apple hava nú tikið appina av teirra app store. Eisini Amazon ætlar at blaka Parler av servarum sínum.

Sambært John Matze, stovnari av Parler, merkir hetta, at miðilin verður niðri í umleið eina viku, meðan tey mugu byggja alt upp av nýggjum. Hetta er ein roynd hjá Amazon at strika talufrælsið á netinum, sigur hann.

Parler, ið hevur umleið 10 mió. brúkarar, faktatjekkar ikki innihald, sum verður deilt á teirra platformi, eins og eitt nú Twitter og Facebook, og brúkarar verða heldur ikki bannaðir, um teir leggja tilfar út, sum verður mett at vera óhóskandi.

Orsøkin til, at Parler ikki longur verður tøk hjá Apple og Google er, at mann óttast, at Donald Trump og viðhaldsfólk hansara fara at brúka sosialu miðlarnar til at eggja til uppreistur og skipa fyri fleiri álopum.

– Vit hava altíð stuðlað umboðanina av ymiskum sjónarmiðum í okkara app store, men á okkara platformi er ikki pláss fyri hóttanum um harðskap og lógarbrot. Parler hevur ikki tikið tey neyðugu stigini til at gera nakað við hesar trygdarhóttanir, skrivar Apple í fráboðan sambært DR.

placeholder
placeholder