Uttanlands

Kuba: Fyrsti forsætisráðharrin í 43 ár

Nýggi forsætisráðharrin eitur Manuel Marrero Cruz, og kemur hann saman við forsetanum at hava ábyrgdina av landsins leiðslu

Manuel Marrero Cruz (Mynd: EPA)

Manuel Marrero Cruz (Mynd: EPA)

2019-12-22 11:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð í 43 ár, hevur Kuba fingið ein forsætisráðharra.

Sambært Ritzau er talan um Manuel Marrero Cruz, sum higartil hevur verið ráðharri í ferðavinnumálum.

Manuel Marrero Cruz verður fyrsti kubanski forsætisráðharrin síðan 1976, og kemur hann saman við forsetanum, Miguel Díaz-Canel at hava ábyrgdina av landsins leiðslu.

Ein nýggj stjórnarskipan kom í gildi í apríl, men hóast hetta, er politiska skipanin stórtsæð óbroytt. Tað er framvegis talan um eina einfloksskipan, har kommunistaflokkurin velur allar tjóðartingslimir.

Í 1976 var Fiedel Castro forsætisráðharri, inntil hetta embætið varð niðurlagt. Síðani gjørdist Castro forseti í Kuba og formaður í kommunistaflokkinum.

Í 2006 lat hann leiðsluna upp í hendurnar á lítlabeiggjanum, Raul Castro, og andaðist hann tíggju ár seinni í 2016.

Raul Castro legði frá sær sum forseti í fjør, men enn er hann formaður í kommunistaflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder