Av nógva kuldanum, sum hevur ligið í nakrar vikur nú, eru rørini fryst, sum liggja til reinsiverkið á Stykkinum. Tí hevur Kvívíkar kommuna verið noydd at fáa sløkkiliðsbilin at pumpa vatn úr Breiðá á Stykkinum og niðan í brunnin. Tí verða fólk á Stykkinum biðin um at kóka vatnið.
Av tí at tað frystur enn, so ber bert til at pumpa vatn í nakrar tímar, tí slangurnar frysta. Orsaka av hesum, má kommunan skrúva fyri vatninum um næturnar, so leingi sum frost er.
Byrjað verður longu í kvøld, og skrúva vit fyri kl. 24 til kl. 7 í morgin. Mitt í viku verður skrúvað fyri kl. 24 til kl. 6. á morgni, sigur Kvívíkvar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald