At síggja kúlubøku í donskum sjógvi er alt annað enn vanligt. Tí verður tað mett sum ein lítil sensasjón, at ein fiskimaður í morgun kom sleipandi inn í havnina í Skagen við eini deyðari kúlubøku.
Hvalurin hevði svomið seg í botngarnið hjá Troels Tvilling út fyri Skagen. Botngarn er gørn, ið verða sett á pelar út frá strondini.
Tá Troels Tvilling kom út til gørnini í lítla báti sínum ”Flipper” í morgun, merkti hann beinanvegin, at har var óvanligur fongur í, sum var alt ov tungur hjá honum at fáa til høldar einsamallur. Hann sendi tí boð eftir kavara, sum hevði dirvi til at fara niður at kanna.
Kavarar frá Nordsøen Oceanarium í Hirtshals átóku sær uppgávuna, og kundu staðfesta, at talan er um eina kúlubøku.
Tey meta hana at vera um sjey metrar langa – talan er tí um ein ungan hval. Helst er talan um ein kvennhval.
Kúlubøkur eru heilt óvanligar í Danmark. Bert tvær ferðir er hvalur av hesum slagnum strandaður í Danmark, tann seinasti í 1905, og tríggjar ferðir er livandi kúlubøka sædd í donskum farvatni.
Hvalurin varð sleipaður inn í havnina í Skagen, og nú skal hann kannast nærri av lívfrøðingum, skrivar TV2 Nord.
Fleiri myndir og upptøkur síggjast á heimasíðuni hjá TV2 Nord
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald