2024-01-19 09:50
Síðan Føroya Tele og Nema komu á sama farnet í gjár, hava nakrir kundar upplivað avbjóðingar við sambandinum millum telefonkundarnar.
Tað hava verið avbjóðingar við sambandinum millum telefonkundarnar hjá Nema og Føroya Tele.
- Avbjóðingin er, at tá ein Føroya Tele kundi ringir til ein Nema kunda, hoyrir Føroya Tele kundin ikki Nema kundan, men tað hoyrist hin vegin. Loysnin er, at Nema kundin ringir Føroya Tele kundan upp aftur, sigur Nema í boðum til kundarnar fyrrapartin.
Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, verður sagt.
Les eisini: Nú eru Føroya Tele og Nema á sama farneti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald