Innanlands

Kundar í BankNordik fáa framkomna íløguloysn

BankNordik hevur gjørt samstarvsavtalu við Saxo Bank, ið fer at geva kundum í BankNordik eina framkomna talgilda loysn á íløguøkinum

2022-03-26 15:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Íløguloysnirnar hjá danska íløgubankanum Saxo Bank eru millum tær best umtóktu á marknaðinum, og við nýggja samstarvinum verður tað lagaligari hjá kundum í BankNordik at keypa og selja virðisbrøv.

– Áhugin fyri at gera íløgur er vaksandi í løtuni, m.a. orsakað av negativa rentustøðinum, og tí hevur tað stóran týdning, at vit geva kundunum atgongd til røttu amboðini. Vit spyrja javnan okkara kundar, hvørjar tænastur vit kunnu betra, og í tí sambandi hava vit staðfest, at tørvur er á nýggjum talgildum loysnum á íløguøkinum. Tí eru vit sera fegin um nýggja samstarvið við Saxo Bank, ið hevur eina nútímans og brúkaravinarliga loysn, sum okkara kundar nú fara at fáa gagn av, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Knýtt at Netbankanum
Talan er um eitt talgilt íløguamboð, ið verður knýtt at nýggja Netbankanum hjá BankNordik, og sum fer at geva kundum beinleiðis atgongd til handilspallin hjá Saxo Bank. Umframt møguleikan at keypa og selja virðisbrøv fara kundar eisini at fáa møguleika at lesa kunningartilfar, fáa íblástur og ogna sær nýggja vitan um virðisbrævamarknaðirnar sum heild.

Loysnin klár í summar
Við nýggju loysnini fáa kundarnir samanumtikið betri fortreytir fyri at taka avgerðir á einum upplýstum grundarlagi, tá ið samansparingin skal setast í virðisbrøv. Samstundis inniber samstarvsavtalan, at íløguráðgevar í BankNordik fáa atgongd til framkomin amboð at brúka í íløguráðgevingini. BankNordik væntar, at íløguloysnin fer at verða tøk hjá kundunum í nýggja Netbankanum í juni.

Saxo Bank hevur omanfyri 820.000 kundar kring heimin, sum hava gjørt íløgur fyri til samans 640 mia. kr. umvegis íløguloysnirnar hjá bankanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder