Innanlands

Kundi endað galið í sethúsum í Klaksvík

Fólk sum hildu seg síggja nógvan royk úr einum húsum, boðaðu løgregluni frá

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-11 09:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um ellivu tíðina fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um nógvan royk úr einum húsum í Klaksvík.

Ein patrulja og sløkkiliðsleiðarin vórðu send á staðið. Tey komu inn í eitt fýrrúm, har tað var sjónligt, at onkur hevði arbeitt upp á eina oljufýring, og varð strokin avstað. Øll arbeiðsamboðini vóru har, men eingin persónur.

Tíbetur vísti tað seg ikki at hava so nógv upp á seg. Eitt hvørt varð sligið bakk í sambandi við, at persónurin hevði latið eitt spjell upp. Viðkomandi hevði fingið ein eldsloga í móti sær, men kom sum skilst ikki álvarsliga til skaða.

Hesin persónurin var farin beint á sjúkrahúsið at lata seg kanna.

Húsini fingu ikki skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder