Innanlands

Kunna um nýggj koronatilmæli seinni í vikuni

Farsóttarnevndin hevur havt fund, og nú verður bíðað eftir landsstýrinum

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-09 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrið fer í morgin at viðgera nýggju koronatilmælini sum farsóttarnevndin hevur givið myndugleikunum, sigur løgmaður við útvarpið.

Nógv verða staðfest positiv í londunum rundanum okkum, og tað er serliga við landamørkini, at avbjóðingin er í løtuni.

Í løtuni eru 16 fólk staðfest positiv við covid-19 í Føroyum.

Løgmaður sigur við Kringvarpið, at hann væntar, at meira verður kunnað um málið seinni í vikuni.

Herd fyri einum mánað síðani
Seinast landsstýrið herdi tilmælini var fyri einum mánað síðani, tá nettupp átøkini kring landamørkini vóru herd.

Ferðandi vórðu mæld til at kanna seg tríggjar dagar undan komu, á flogvøllinum við komu, seks dagar eftir komu umframt at vera serliga ansin í tíðarskeiðinum frá fyrsta degi til sætta dagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder