
Í komandi viku skipar Tjóðsavnið fyri almennum kunningartiltaki, har greitt verður um stórar ætlanir í Koltri.
Fundurin verður í hølum savnsins í Brekkutúni í Hoyvík týskvøldið 26. oktober.
Seinastu árini hevur miðvíst verið arbeitt við ymiskum ætlanum í Koltri. Nú hetta er komið somikið ávegis, ynskir Tjóðsavnið nú at kunna almenningin um ætlanirnar.
Verkætlanin kann í stuttum lýsast soleiðis:
Í 2012 var arbeiðið at endurreisa býlingin Heima í Húsi, sum ein býling umboðandi bóndasamfelagið umleið 1870, liðugt. Eftir hetta fekk Tjóðsavnið ábyrgdina av oynni og at gera eina serliga antikvariska skipan fyri hana.
Verandi verkætlan er býtt í tvey, ein mentanarsøguligan part og ein náttúrufrøðiligan part. Tann mentanarsøguligi parturin umfatar sunnara part av oynni við bygdarlagi og bøi. Her er ætlanin at endurreisa bygningar, byggja vitjanardepil, gera framsýningar, undirvísingartilboð og aðrar upplivingar.
Í náttúrufrøðiliga partinum er ætlanin at seta á stovn Føroya fyrstu náttúrugranskingarstøð, byggja verkstovur og umframt at gera framsýningar, undirvísingartilboð og aðrar upplivingar.
Málbólkurin fyri verkætlanini er breiður. Tilboð vera til skúlanæmingar, miðnámsskúlanæmingar, útlendsk og føroysk ferðafólk, vinnuna og onnur, sum kunnu njóta friðin úti í Koltri. Afturat hesum verður so granskingin hjá Tjóðsavninum, sum hevur stóran altjóða áhuga.
Á kunningarkvøldinum, fer Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum at greiða frá verkætlanini og hugsaninanirnar aftanfyri. Síðan fer Janus Hansen, savnsvørður at greiða frá kanningararbeiðinum av náttúruni í Koltri. Hann fer eisini at tosa um ætlanirnar við granskingarstøðini og um ætlanirnar at taka seyðin av norðara partinum av oynni og skipa hann sum eitt náttúrufriðøki.
Eftir ein støðg fer Høgni Hansen, arkitektur at greiða frá teimum nýggju bygningunum, sum verða partar av framtíðar virkseminum í oynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald