Innanlands

Skulu kunna um stóru kommunuætlanina í Klaksvík

Fundurin verður í Varpinum mánakvøldið 21. oktober. Arbeiðið við ætlanini, skal mynda stóru linjurnar fram til 2040

- Kommunuætlanin, sum varð samtykt í vár, skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir (Mynd: Dávur Winther)

- Kommunuætlanin, sum varð samtykt í vár, skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir (Mynd: Dávur Winther)

2024-10-16 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánakvøldið 21. oktober klokkan 19.30 verður almennnnur kunningarfund í Varpinum í Klaksvík.

Har verður greitt nærri frá hvussu Klaksvíkar kommuna fer at skipa arbeiðið við kommunuætlanini sum býráðið samtykti í vár.

Heimasíðani hjá kommuni skrivar, at ætlanin í høvuðsheitinum skal mynda stóru linjurnar fram til 2040.

- Kommunuætlanin skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.


Arbeiðstilgongd
Tað eru nógvir ymiskir hættir at loysa eina slíka uppgávu, men støða er tikin til, at høvuðsorðið í hesi verkætlanini er samskapan. Tað merkir, at arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum allir viðkomandi partar skulu kunnast, hoyrast og takast við í arbeiðið.

- Skipað verður tí fyri almennum kunningarfundum, samrøðum í smærri bólkum, umframt at møguleiki skal vera at geva sítt íkast til verkætlanina umvegis teldupostin [email protected] 

Endamálið við fundinum mánakvøldið er at greiða almenninginum frá arbeiðinum við hesari heildarætlan, sum uttan iva verður eitt gott úrslit, um samstarvið millum kommununa og borgarin eydnast væl, skrivar Klaksvíkar kommuna at enda.

[object Object]Mynd: klaksvik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder