Væl umtókta telduspælið Counter-Strike kann brúkast til at breiða út tíðindi, eitt nú um hvat gongur fyri seg í krígnum millum Russland og Ukraina.
Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Russland stongt fyri møguleikanum hjá borgarum at koma Facebook, Instagram, Twitter og teir flestu útlendsku tíðindamiðlarnar.
Ein miðil, ið er stongdur fyri lesarum í Russlandi, er stóra finska avísin, Helsingin Sanomat.
Men blaðið hevur funnið aðrar rásir at koma í samband við sínar lesarar í Russlandi, skrivar finska kringvarpið Yle.
Tí nakað, sum framvegis er loyvt í Russland, er telduspælið Counter-Strike, CS. Roknað verður við, at minst fýra milliónir russar, mest ungir menn, spæla hetta vældámda krígsspælið. Serliga er spælið vældámt í Sankta Pætursborg og Moskva, skrivar finska kringavarpið.
Nú hevur Helsingin Sanomat gjørt eitt loyniligt rúm í CS har miðilin hevur møguleika fyri at leggja kunning út um, hvat hendir í Ukraina.
Les grein í Helsingin Sanomat (á enskum) um loyniliga rúmið í CS
Hvørja ferð eitt CS-spæl fer í gongd, skal spælarin velja eitt kort, har spælið skal ganga fyri seg. Spælarar kunnu sjálvir skapa kort, ofta við stuttligum detaljum, eitt nú grafitti á veggunum – ella loynilig rúm.
Spælarar, sum fara inn í loyniliga rúmið hjá Helsingin Sanomat kunnu har eitt nú síggja eitt kort, sum vísir hvørji sivil mál Russland hevur rakt í Ukraina.
Á einum øðrum veggi í rúminum síggjast tíðindi um hópdráp í ukrainska býnum Butja. Tá spælarin nærkast, hoyrist eisini ein útvarpsrødd, ið greiðir frá um hendingina. Í rúminum er eisini kunning um, hvussu nógv russisk herfólk hava latið lív í Ukraina, skrivar Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald