Innanlands

Kunngerð um revsitiltøk mótvegis Russlandi kemur um einar tríggjar vikur

Tað týdningarmesta er at fáa heimild at seta ES-átøkini, ið viðkoma Føroyum, í gildi, og tað hava vit fingið, sigur Jenis av Rana við Kringvarpið. Ymsar forðingar eru lagdar í

2022-05-04 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jenis av Rana hevur fingið hilmild at seta ES-átøkini, ið viðkoma Føroyum, í gildi, og hetta er tað týdningarmiklasta, sigur landstýrismaðurin í uttanríkismálum við Kringvarpið í morgun.

Tað eru forðingar lagdar í viðvíkjandi yvirtiknum málsøkjum og millum annað bankaviðurskiftum eisini, og serstøk lógarheimild skal gevast, um tiltøk sum ávirka fiskuveiðuavtaluna við Russland skulu gerast - hetta inniber millum annað eisini at steingja havnirnar fyri russiskum skipum.

Tað er greitt eftir niðurstøðuna hjá uttanlandsnevnd landstýrisins.

Hetta vóru tó partur av avmarkingunum í pakkanum hjá ES viðvíkjandi revsitiltøkum, og tí ávirkar tað ikki nakað nú, vissar landstýrismaðurin um. Í samrøðuni við Kringvarpið sigur hann tó, at neyðugt verður møguliga at løgtingið kemur saman í summarfrítíðini, um tað vísir seg, at ES skýtur upp at seta tiltøk í verk mótvegis Russlandi, ið eru umfatandi av undantøkunum hjá Løgtinginum.

Kunngerðin um revsitiltøk kemur helst síðst í mánaðinum - um áleið tríggjar vikur.

Samrøðan við Jenis av Rana kann hoyrast her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder