Innanlands

Kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi send til ummælis

Greiðar reglur vera fyri, hvørjar skyldur arbeiðsgevarin hevur fyri at tryggja, at arbeiðsumhvørvið er væl skipað, og at hædd verður tikin fyri sálarligum avbjóðingum á arbeiðsplássinum

– Eg fegnist um, at vit nú taka fyrstu stigini at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum (Savnsmynd: Jan Müller)

– Eg fegnist um, at vit nú taka fyrstu stigini at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum (Savnsmynd: Jan Müller)

2025-03-03 10:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kunngerð um gott sálarligt arbeiðsumhvørvi verður nú send til ummælis.

Kunngerðin tryggjar, at sálarliga arbeiðsumhvørvið verður raðfest á jøvnum føti við annað arbeiðsumhvørvi.

– Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi gagnar bæði starvsfólkum og arbeiðsplássum. Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur stóran týdning fyri heilsu og trivna hjá starvsfólkum, og harvið hjá øllum arbeiðsplássinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.

Sambært kunngerðini, so verða greiðar reglur fyri, hvørjar skyldur arbeiðsgevarin hevur fyri at tryggja, at arbeiðsumhvørvið er væl skipað, og at hædd verður tikin fyri sálarligum avbjóðingum á arbeiðsplássinum.

– Eg fegnist um, at vit nú taka fyrstu stigini at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og eg ivist onga løtu í, at tað fer at gagna øllum pørtum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.

Hoyringarfreistin er 31. mars.

Umhvørvismálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder