Innanlands

Kunngerðin úr gildi á midnátt

Um støðan er so góð, sum hon er nú, hava vit ikki politiskt grundarlag fyri at stongja barrirnar aftur næsta vikuskiftið, sigur løgmaður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-17 15:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á midnátt kunnu matstovur og skeinkistøð aftur hava opið sum vant. Tá fer kunngerðin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni um at matstovur og skeinkistøð skulu steingja klokkan tíggju á kvøldi úr gildi.

Í løtuni er ikki ætlanin at leingja kunngerðina, tí smittutølini eru so lág, men í Degi og viku fríggjakvøldið mæltu Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini og Shahin Gaini, yvirlækni, til at ikki geva hesum støðum møguleika at hava opið um næturnar aftur.

Hetta serliga av ótta fyri bretsku mutatiónini av koronavirusinum.

Bárður á Steig Nielsen segði við Dag og viku fríggjakvøldið, at myndugleikarnir fylgja væl við støðuni.

- Broytist støðan í næstu viku, so verða ongar barrir opnar í næstu viku heldur, men er støðan so góð sum hon er í dag, so hava vit ikki politiskt grundarlag fyri at siga, at vit eisini stongja barrirnar næsta vikuskiftið, segði løgmaður.

Heimildin at lýsa við kunngerð at matstovur og skeinkistøð skulu stongja ávísar tíðir fer úr gildi 1. februar, og um hetta skal gerast framyvir, má onnur heimild fáast til vega frá løgtinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder