Innanlands

Kunngerðirnar lýstar til yvirtøkuna av familju- og arvarættinum

Á ólavsøku yvirtaka Føroyar familju- og arvarættin

2018-07-26 09:43 Author image
Oda Strøm
placeholder

Familju- og arvarætturin verður yvirtikin á ólavsøku. Føroyar yvirtaka persónsrætt, húsfólkarætt og arvarætt ólavsøkudag, og tað inniber m.a. samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing.

Kunngerðirnar eru nú lýstar, og tær eru 12 í tali, sigur Kringvarpið.

Familju- og arvarætturin hevur higartil verið danskt málsøki undir Ríkisumboðnum, men fer nú at vera undir Familjufyrisitingini, sum fer at húsast á Bryggjubakka 27 í Havn. Skrivstovan letur upp 6. august, og átta fólk fara at starvast har.

Hetta merkir, at framyvir skulu fólk, sum t.d. ætla sær at ættleiða børn ella skiljast, venda sær til Familjufyrisitingina í staðin fyri Ríkisumboðið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder