Innanlands

Kunning fyri eldri í Vágum um teldur, samleikan og heimabankan

Vága Pensjónistafealg skipar fyri kunningarfundi á Skúlanum á Giljanesi 30. mai

2022-05-25 19:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánakvøldið 30. mai klokkan 19 fer Vága Pensjónistafelag at skipa fyri kunning fyri limum um teldur og teldunýtslu.

Á hesum fundinum, sum verður á Skúlanum á Giljanesi, koma umboð frá bankunum og Samleikanum at greiða frá, hvussu hvussu heimabankin og Samleikin virka.

Eisini verður drekkamunnur at fáa.

– Tað er royndur lutur, at eisini eldri kunnu fáa gagn av teldunum, talgildum tænastum og sosialu miðlunum. Á netinum ber til hjá bæði yngri og eldri at frætta tíðini, hava samband við vinir og kenningar, lesa bøkur og bløð, hoyra tónleik, síggja filmar og bíleggja eitt nú vørur og tænastur.

– At hava samband við onnur á netinum og brúka teldutænastur kann fyribyrgja einsemi og tryggja, at eisini eldri, sum hava avmarkaðar førleikar, kunnu vera meira við í samfelagnum, skrivar Vága Pensjónistafelag m.a. í tíðindaskrivi.

Á fundinum kunnu tey, sum ikki longu hava Samleikan, verða skrásett til hann, um tey hava pass ella koyrikort við sær. Nýggir limir kunnu eisini tekna seg hetta kvøldið, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder