Innanlands

Kunning fyri flóttafólki í Vinnuhúsinum

Í samstarvi við Reyða Kross í Føroyum skipaði Vinnuhúsið í farnu viku fyri kunningartiltaki um føroyska arbeiðsmarknaðin

2022-04-25 16:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á skránni var kunning frá Vinnuhúsinum, TAKS og ALS.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, bjóðaði vælkomin og Birita Biskopstø, ráðgevi, greiddi frá føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hvussu hann er skipaður.

Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS og Høgni í Stórustovu, deildarleiðari greiddu frá ALS-skipanini, og hvussu ALS kann hjálpa í tilgongdini at fáa eitt starv.

At enda greiddi Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS frá føroysku skattaskipanini, og hvussu skattur og onnur samfelagsgjøld vera goldin í Føroyum.

Fakfelagsumboð vóru til staðar á kunningartiltakinum at kunna um teirra virksemi. Í steðginum og eftir tiltakið høvdu luttakararnir høvið at kunna seg nærri, at seta spurningar og ikki minst at útfylla skrásetingarskjølini hjá ALS.

Vinnuhúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder