Innanlands

Kunningarfundur um nýggju Glyvra kirkju

Hetta í verandi Glyvra kirkju klokkan 19. Kostnaðurin fyri verkætlanina nærkast 100 milliónum, og kirkjuráðsformaður vónar, at farast kann undir at byggja kirkjuna í 2025

Til høgtíðsdagar, jarðarferðir og onnur størri tiltøk er Glyvra kirkja ov lítil. Nýggja kirkjan skal eftir ætlan taka umleið 700 fólk og standa liðug í 2027 (Mynd: SNA/folkakirkjan.fo)

Til høgtíðsdagar, jarðarferðir og onnur størri tiltøk er Glyvra kirkja ov lítil. Nýggja kirkjan skal eftir ætlan taka umleið 700 fólk og standa liðug í 2027 (Mynd: SNA/folkakirkjan.fo)

2025-01-22 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, mikukvøldið 22. januar klokkan 19 verður kunnandi fundur í Glyvra kirkju. Hetta um nýggju kirkjuna, sum er í umbúna á Glyvrum og væntandi skal standa liðug í 2027.

Fólkakrikjan kunnar um hetta á heimsíðu sínari og upplýsir, at arkitektar verða við á fundinum. Teir fara at greiða frá verkætlanini, vísa myndir og millum annað eisini vísa á ávísar broytingar, í mun til upprunaætlanina.

Hesar broytingar fevna eisini um kostnaðin, ið er vorðin væl hægri enn upprunaætlanin var. Nú liggur verkætlanin ikki langt undir 100 milliónum krónum.

– Broytingar hava eisini verið á øðrum økjum, tí prísvøksturin hevur verið øgiligur tey seinnu árini, og tí er verkætlanin nógv vaksin, tá ið talan er um kostnaðin. Nú nærkast vit teimum 100 milliónum krónunum

Hetta sigur Bogi Olsen við folkakirkjan.fo. Kirkjuráðsformaðurin á Glyvrum staðfestir tó, at teirra partur av fíggindini er fingin til vega. Krikjan skal helst standa liðug í 2027, men tað er tengt at, at farið verður í gongd í ár.

– Men vit eru til reiðar at fara í gongd, tí vit hava fingið til vega okkara part av kostnaðinum, sum er ein triðingur, og so er tað upp til landsins myndugleikar og stiftsstjórnina at hjálpa okkum við restini. Nú vóna vit, at farast kann undir at byggja kirkjuna í ár og at hon so vónandi stendur liðug einaferð í 2027.

15 uppskot komu inn
Nýggja kirkjan á Glyvrum er sprottin úr eini arkitektakapping, ið kirkjuráðið skrivaði út í 2007.

15 ymisk uppskot komu inn, og ein dómsnevnd valdi uppskotið frá Árna Winther, arkitekti, at vera vinnara av kappingini, og síðani hevur verið arbeitt víðari við tí. Nú er Árni Winther partur av SNA, Selmar Nielsen Arkitektar, sum stendur fyri arbeiðnum, greiðir Fólkakirkjan frá.

– Tað var ein stórur lætti fyri kirkjufólkið á Glyvrum, tá ið vit fyrsta sunnudag í advent hoyrdu prest kunngera, at byggiloyvi var komið ígjøgnum. Hetta merkir jú, at vit endiliga kunnu koma víðari við hesum, ið tosað hevur verið um í so mong ár, sigur Bogi Olsen.

Til høgtíðsdagar, jarðarferðir og onnur størri tiltøk er Glyvra kirkja ov lítil, tí tá ið vit eru 450 fólk í henni, er øgiliga trongligt. Nýggja kirkjan skal taka útvið 700 fólkum og hava eitt einfalt, nýmótans snið.

Núverandi kirkjan á Glyvrum er frá 1927, men var bygd út og endurvígd í 1981. Til ber at lesa meira um nýggju kirkjuna á folkakirkjan.fo

Mikukvøldið 22. januar klokkan 19 verður kunnandi fundur í Glyvra kirkju um nýggju kirkjuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder