
Á vinnudegnum 1. oktober boðaði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum frá, at at nýggj fast-track skipan fyri triðjalandsborgarar fór at koma í gildi, og ein góðan mánað seinni varð avtalan undirskrivað um nýggju skipanina.
Í hesum sambandi verður eitt kunningartiltak í Vinnuhúsinum mikudagin 1. desember, har greitt verður frá um nýggju skipanina, og høvi verður hjá arbeiðsgevarum at seta spurningar. Umboð frá Útlendingastovuni kemur at greiða frá, skrivar Vinnuhúsið.
Skipanin skal geva føroyskum vinnulívi betri atgongd til útlendska arbeiðsmegi, umframt at stytta viðgerðartíðina og lætta munandi um umsitingina av arbeiðsloyvum. Nýggja skipanin fer at virka frá 18. novmeber 202.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald