Alment og ókeypis kunngingartiltak hjá Krabbameinsfelagnum verður í cafe-økinum í SALT leygardagin 13. apríl frá kl. 13.00 – 17.00
Við hesum tiltakinum verður varpað ljós á, hvørji tilboð, møguleikar, hjálpitól og amboð eru til fyri at hjálpa og lætta um gerandisdagin hjá suðuroyingum, sum eru sjúkir ella hava verið sjúkir av krabbameini, teirra avvarandi og øllum øðrum áhugaðum.
Umboð hjá Krabbameinsfelagnum eru sjálvsagt til stađar og greiða frá sínum virksemi.
Somuleiðis verða umboð̃ frá hesum hjálparbólkum hjá felagnum til staðar, har fólk kunnu fáa eitt gott prát, vegleiðing og hoyra um royndir teirra.
Til ber at lesa meira um møguleikarnar og síggja skránna HER
Krabbameinsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald