Innanlands

Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen

Heilsustýrið og Genomisk Medicin skrivaðu fyrr í ár undir samstarvsavtalu, sum eitt nú inniber at menna leistir fyri persónlagað medisin í Føroyum, og týsdagin verður kunningartiltak um arbeiðið hjá deildini fyri Genomisk Medicin á Ríkissjúkrahúsinum og um FarGen

2024-06-17 09:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin 18. juni skipar Heilsustýrið fyri kunnandi tiltaki um arbeiðið hjá deildini fyri Genomisk Medicin á Ríkissjúkrahúsinum og um FarGen. Heilsustýrið og Genomisk Medicin skrivaðu fyrr í ár undir samstarvsavtalu, sum eitt nú inniber at menna leistir fyri persónlagað medisin í Føroyum. Genomisk Medicin stendur eisini fyri at gera genomkanningar fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Í sambandi við at umboð fyri Genomisk Medicin í hesum døgum vitja í Føroyum, verður skipað fyri kunnandi tiltaki í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum 18. juni kl. 14.30-16.00. Tiltakið er alment.

Á skránni verða framløgur um:

FarGen og samstarvið við Genomisk Medicin
Next generation sequencing
Frá blóðroynd til genetiska frágreiðing
Avleiðingar av genetiskari útgreining
Samtykki
Kliniskt dømi um persónlagað medisin
HBOC-verkætlanin

Deildin fyri Genomisk Medicin er staðsett á Ríkissjúkrahúsinum, og stórur dentur verður lagdur á samstarvið við klinisku deildirnar fyri at stuðla undir verksetingina av persónlagaðum medisini. Grundfestið í persónlagaðum medisini er, at ílegusamansetingin hjá einstaklinginum hevur týdning fyri, hvussu viðkomandi tekur ímóti medisinskari viðgerð, og hvussu ávísar sjúkur raka. Kortleggingin av genominum er tí ein týðandi liður í menningini av persónlagaðum medisini.

Eitt av aðalendamálunum við FarGen hevur frá byrjan verið at skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini í Føroyum. Eftir ætlan verða fyrstu genomini frá FarGen lisin hjá Genomisk Medicin seinni í ár.

Heilsustýrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder