Innanlands

Kunnu bjóða upp á Magn til 4. juni

Óbindandi tilboð skulu latast íslendskum banka

(Mynd: Magn)

(Mynd: Magn)

2021-05-21 11:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv bendir á, at Magn fer at verða selt í nærmastu framtíð. 4. juni er freistin at koma við óbindandi tilboði at keypa oljufelagið Magn.

Hetta veit kvf.fo í dag.

Tað var í apríl, at íslendski keypsskálin boðaði frá, at Magn var til sølu, og at áhugi var at keypa føroyska orkufelagið.

Tað er Kvika banki, sum stendur fyri søluni, og tað er til tann bankan, at tilboðið skal latast.

Mett verður at felagið fer at hava 37,8 milliónir í avlopi í 2021. Demich, sum Magn eigur, verður mett at hava 3,2 milliónir krónur í vinningi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder