placeholder
Uttanlands

Kunnu vanligar brillur verja ímóti koronu?

Granskarar úr Danmark fara nú at kanna, um fólk, sum brúka brillur eru betri vard ímóti koronu enn onnur

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2022-02-07 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ábendingar eru um, at vanligar brillur kunnu verja ímóti teimum dropunum av virus, sum smitta gjøgnum luftina, og sambært bretskari kanning frá 2021 er líkt til, at fólk, sum brúka brillur eru upp móti 23 prosent betri vard móti koronu enn onnur.

Eitt toymi av granskarum úr Danmark og Noregi fara nú at kanna málið. Ætlanin er at fáa 100.000 persónar at luttaka í kanningunum.

Thomas Benfield, granskari frá Amager-Hvidovre Hospital, sum er ein av granskarunum handan verkætlanina, sigur við DR, at tað framvegis er umráðandi at kanna slíkt.

– Vit vita ikki við vissu, um har seinni verður tørvur á tiltøkum ella verndarútgerð aftur, um støðan broytist. Eisini verða framhaldandi borgarar, sum eru í serligum vanda, og sum kunnu hava gagn av at verja seg, og um brillur vísir seg at vera eitt gott amboð, er tað umráðandi at hava tað í huga, sigur hann.

Samstundis vísir hann á, at hóast eitt nú Danmark hevur slept so at siga øllum koronutiltøkunum, eru framvegis nógv lond, har smittan ger nógv um seg. Tí kann nýggj vitan framvegis gera mun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder