Uttanlands

Kunnu fáa bót fyri ikki at brúka munnbind í almennu samferðsluni

Í morgin kemur nýggj kunngerð í gildi, sum krevur, at øll skulu brúka munnbind í almennu samferðsluni í Danmark

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-21 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá leygardegnum skulu øll brúka munnbind í almennu samferðsluni í Danmark.

Hetta merkir, at ein persónur, sum noktar at brúka munnbind kann verða koyrdur av tokinum ella bussinum, og noktar viðkomandi at fara av, kann viðkomandi revsast við bót.

Eisini skulu arbeiðsgevarar syrgja fyri, at fólk, sum arbeiða í almennu samferðsluni hava munnbind, tá tey eru stødd á almenna flutningstólinum ella á eini farstøð.

Ávísir bólkar eru tó undantiknir nýggja kravið um munnbind.

Børn undir 12 ár og eldri fólk við eitt nú demens ella andadrátstrupulleikum sleppa undan. Hetta er eisin galdandi fyri fólk, sum eru kropsliga ella sálarliga veik og onkursvegna ikki kunnu brúka munnbind.

Eisini kunnu onnur fara úr munnbindinum, um tey hava eina sonevnda viðurkenningarverda orsøk. Hetta kann m.a. vera, tá mann fær sær eta ella drekka, inntekur heilivág, tosar við ein persón, sum munnavlesur, ella um mann stríðist við at anda.

Nýggja kunngerðin um krav av munnbind í almennu samferðsluni í Danmark er galdandi til 31. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder