Uttanlands

Kunnu ikki ganga øllum krøvunum hjá Turkalandi á møti

Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf kristersson – Turkaland er eitt av tveimum londum, sum mangla at góðkenna Nato-limaskapin hjá Svøríki og Finnlandi

Ulf Kristersson, forsætisráðharri í Svøríki (Mynd: EPA)

Ulf Kristersson, forsætisráðharri í Svøríki (Mynd: EPA)

2023-01-08 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Svøríki eru tey sannførd um, at Turkaland fer at góðkenna umsóknina hjá Finnlandi og Svøríki um limaskap í verjusamgonguni Nato, men Svøríki kann ikki ganga øllum krøvunum hjá Turkalandi á møti.

Tað sigur Ulf Kristersson, forsætisráðharri í Svøríki.

– Turkaland staðfestir tað, vit hava gjørt og tað, vit hava sagt, vit fóru at gera, men eisini siga tey, at tey vilja hava ting, sum vit ikki kunnu ella vilja geva teimum, sigur hann sambært Reuters.

Tað var í mai, at Svøríki og Finnland søktu um limaskap í Nato í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, men Turkaland hevur verið ímóti limaskapinum hjá hesum báðum norðurlondunum, og hevur m.a. lagt londini undir at hýsa persónum frá yvirgangsfelagsskapum.

Turkaland krevur m.a., at Svøríki útflýggjar ein ávísan persón, sum sambært turkiskum myndugleikum luttók í Gülen-kvettroyndini í Ankara í 2016. Hetta hevur Svøríki tó noktað at gjørt.

Skulu Svøríki og Finnland sleppa við í Nato, krevst undirtøka frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum. Tað eru bert Ungarn og Turkaland, sum mangla at góðkenna umsóknina um limaskap, og Ungarn hevur boðað frá, at tey fara at gera hetta fyrst í hesum árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder