Innanlands

Kunnu rokna við øktum hernaðarligum virksemi í okkara øki

- Men russisku fiskiskipini í Føroyum eru ikki nøkur hernaðarlig hóttan, staðfestir danski verjumálaráðharrin

Morten Bødskov (Mynd: Sverri Egholm)

Morten Bødskov (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-09 13:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað er púra vist, at vit fara at uppliva størri hernaðarligt virksemi í okkara øki í komandi tíðum. Enn merkja vit ikki so nógv til russiskan ágang í okkara øki. Hesin ágangur sæst í løtuni best í Ukraina. Men tað er uppgávan hjá ríkisfelagsskapinum at halda eyga við, hvat hendir í Norðurhøvum og Arktis, og eisini í Eystrasalti og økinum við Baltikum.

Tað segði danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, á tíðindafundinum í Tinganesi í dag.

Upp á fyrispurningin um danski verjumálaráðharrin ella danska verjan stúrir fyri, at russisk fiskiskip sleppa at vera í føroyskum havnum, segði verjumálaráðharrin, at tað er ikki nakað, sum danska verjan sum so leggur nakað í.

- Okkara áhugi er, hvat hendir á hernaðarliga økinum, og her er tað, at komandi radarin í Føroyum hevur týdning.

[object Object]Morten Bødskov og Jenis av Rana á veg á fund í samstarvsráðnum eftir at hava skrivað undir radaraavtaluna (Mynd: Sverri Egholm)

Men tað kann taka upp til fimm ár áðrenn radarin koyrir sum ætlað. Hvat ætlar danska verjan at gera til radaran koyrir? varð spurt á fundinum.

- Tað finnast aðrar loysnir at fylgja við ferðsluni í økinum. Tað verður upp til komandi samráðingarnar at finna út av, hvussu vit kunnu styrkja eftirlitið av Norðurhøvum og Arktis í tíðarskeiðinum til radarin kemur upp at koyra, segði Morten Bødskov.

Á tíðindafundinum í morgun kom Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum eisini inn á, at Nato herflotin hesa seinastu tíðina hevur verið meira sjónligur í Føroyum við vitjan av tveimum kjarnorkuriknum kavbátum og øðrum flotaskipum.

- Hetta gevur okkum tryggleika. Tað er ikki tí – skipini hava altíð verið her. Tey eru bara farin í havnir í grannalondum okkara fyri at bunkra og skifta manning. Hjáveran av hesum flotaskipum skal síggjast sum, at vit í Føroyum nú endiliga hava staðfest, at vit eru ein partur av vesturheiminum og vesturlendska verjusamstarvinum, segði Jenis av Rana. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder