Uttanlands

Kunnu rokna við upp til 25 ára fongsul

Drúgva rættarmálið móti teimum, ið lýstu Katalonia sjálvstøðugt á heysti 2017, byrjað í Madrid

12 loysingarfólk á ákærubeinkinum. Longst til høgru fyrrverandi varaforsetin í Katalonia, Oriol Junqueras (Mynd: EPA)

12 loysingarfólk á ákærubeinkinum. Longst til høgru fyrrverandi varaforsetin í Katalonia, Oriol Junqueras (Mynd: EPA)

2019-02-13 07:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár byrjaði drúgva og nógv umrødda rættarmálið í Madrid í Spania í kjalarvørrinum av, at landsluturin Katalonia lýsti seg sjálvstøðugan. Talan er um ein av sermerktastu rættarmálunum í spanskari søgu.

12 katalansk fullveldisfólk eru ákærd fyri teirra leiklut í at royna at slíta Katalonia frá restini av Spania á heysti 2017.

Tey, ið stuðla katalanska frælsisstríðnum kalla málið fyri ein glantrileik. Meðan tað eru onnur, ið siga, at tað er alneyðugt at ábyrgda onkran fyri tað, ið elvdi til eina stóra politiska kreppu.

Varaforsetin í Katalonia kann rokna við at verða dømdur 25 ár í fongsul.

Carles Puigdemont, sum stóð á odda fyri frælsisstríðnum sum forseti í landspartinum er ikki millum tey 12 ákærdu. Puigdemont flýddi til Belgia. Tað ber, sambært spanskari lóg, ikki til at føra rættarmál móti honum ’in absentia’, altso har ákærdi sjálvur ikki er til staðar, skrivar Ritzau.

Tí venda eyguni nú móti fyrrverandi katalanska varaforsetanum, Oriol Junqueras. Hann kann verða dømdur 25 ára fongsul, um hann verður funnin sekur í uppreistri og misnýtslu av almennum pengum.

Hini á ákærubeinkinum eru limir í táverandi katalansku stjórnini ella tjóðartinginum umframt leiðarar í tveimum týðandi loysingarrørslum.

Níggju fólk eru ákærd fyri uppreistur. Hini trý eru ákærd fyri misnýtslu av almennum pengum ella fyri ólýdni.

Fleiri vitni eru kallað, teirramillum fyrrverandi spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy. Stjórn hansara tók valdið í Katalonia, sendi tingið heim og skrivaði út nýval stutt eftir at Puidgemont hevði lýst Katalonia sjálvstøðugt.

Í ákæruritinum stendur, at loysingarrørslan ”brúkti allar snildir fyri at fremja sítt mál, herundir harðskap”.

Hesum vísa verjarnir hjá teimum ákærdu aftur. Hivegin vísa teir á tann harðskap, sum løgreglan brúkti móti fólkinum í sambandi við valið í Katalonia.

Roknað verður við, at sakarmálið fer at varða í minsta lagið tríggjar mánaðir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder