Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar um góðgætið, ið kallast "Jelly Straws", ið nú verður afturkallað.
Bommini, ið eru seld í Føroyum, innihalda tilsetingarevnini E407 og E410, ið gera, at tey kunnu seta seg fast í svølgi og smábørn kunnu tí vera í øktum vanda fyri at seta bommini í hálsin og kvalast.
Mælt verður til, at tey, ið hava keypt vøruna, lata hana innaftur, haðani hon er keypt, ella beina hana burtur.
Vørun, ið verður afturkallað, er:
Jelly Straws, fleiri fruktsmakkir
Nettovekt: 200 g
Best fyri: Øll dato
EAN-strikukota 4711269691897
Jelly Straws, fleiri fruktsmakkir
Nettovekt: 260 g
Best fyri: Øll dato
EAN-strikukota: 4711269686459
Jelly Straws, fleiri fruktsmakkir
Nettovekt: 300 g
Best fyri: Øll dato
EAN-strikukota: 4711269691644
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald