Uttanlands

Kunnu skjótt fara undir at byggja rakettstøðina í Hetlandi

Tað verður søguligt, tá fyrsta rakettin verður send út frá bretskari jørð, væntandi í triðja ársfjórðingi í ár

Tey vænta at skjóta rakettir upp frá Lamba Ness á hetlendsku oynni Unst longu í triðja ársfjórðingi í ár (Tilgjørd mynd: saxavord.com)

Tey vænta at skjóta rakettir upp frá Lamba Ness á hetlendsku oynni Unst longu í triðja ársfjórðingi í ár (Tilgjørd mynd: saxavord.com)

2022-02-28 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðst í mars kann vera klárt at fara undir at byggja fyrstu rakettútskjótingarrakettina í Bretlandi á hetlendsku oynni Unst.

Lokalu myndugleikarnir hava nú givið sítt byggiloyvi. Hetta merkir, at byggingin kann fara í gongd um 28 dagar. Hetta tíðarskeiðið hava skotskir ráðharrar møguleika at kanna verkætlanina nærri og kalla partar inn til nærri frágreiðingar.

Um ongin innkalling kemur frá skotskum myndugleikum, kann farast undir at byggja SaxaVord UK Spaceport á Lamba Ness í landnorður horninum av Unst – og er so at siga nærmasta land úr Føroyum, bert góðar 320 kilometrar úr Akrabergi.

Verkætlanin er mett at kosta 43 milliónir bretsk pund, svarandi til 382 milliónir í okkara pengum.

Byggjast skulu tríggjar rakett-rampur á Lamba Ness har møguleiki verður at senda smærri fygisveinar í ringrás um jørðina. Málsetningurin er at kunna standa fyri upp í 30 rakettútskjótingum árliga, upplýsir SaxaVord á heimasíðuni í dag.

Hóast sjálv byggingin av útskjótingarstøðini ikki fer í gongd fyrr enn síðst í mars, so er tað framvegis ætlanin at kunna standa fyri fyrstu rakettútskjóting á bretskari jørð longu í triðja ársfjórðingi í ár.

Tað ræður um at skunda sær, tí hetta snýr seg eisini um at kunna gerast ein týðandi viðleikari vinnuliga rúmdarvirkseminum í Evropa – ein vinna, sum verður spádd at kunna gerast rættiliga umfatandi í komandi tíðum.

Stigtakarin og stjórin fyri SaxaVord Spaceport, Frank Strang, sigur soleiðis um ætlanina:

- Vit hava nú í fimm ár arbeitt við at fáa rúmdarvirksemi til Hetlands, so tað er fantastiskt at búskaparligu fyrimunirnir longu merkjast. Vit arbeiða tætt saman við etableraðum hetlendskum fyritøkum, men hetta virksemi hevur eisini sett gongd á nýtt virksemi her á Unst, fyrirøkur, sum vilja vera við í okkara spennandi verkætlan.

- Komandi 18 mánaðirnar er ætlanin at brúka 43 milliónir pund, vaksandi upp í 100 milliónir (890 milliónir krónur, -red.) komandi fimm árini. Vit eru longu farin ígongd við ávís jørðarbeiði so hvørt sum vit fáa loyvi frá lokalu myndugleikunum at fara í gongd.

- Okkara vón er, at vit við hesi ætlan, kunnu seta eina søguliga ætlan í verk fyri Hetland, Skotland og Bretland, sigur Frank Strang, sum vísir á, at tey hava fingið óvanliga góðan stuðul í lokalsamfelagnum, ein stuðul, ið hevur verið við til at hildið vónini uppi gjøgnum ta longu tilgongdina, sum hevur verið.

Sum skilst, er ætlanin framvegis, at Føroyar skulu spæla ein leiklut í hetlendsku rúmdarætlanini. Tað snýr seg um at hava eina støð, sum kann taka niður dátur í sambandi við útskjótingarnar, tí skotið verður norðureftir, og tá gerast Føroyar nærmasta landøki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder