Á býráðsfundi í gjárkvøldið skuldi býráðið taka støðu til lýsingaskíggja hjá Neistanum við ferðsluljósini í R.C. Effersøesgøtu. Men áðrenn orðaskiftið byrjaði las borgarstjórin upp avgerð frá Føroya Kærustovni, sum hevur havt málið til viðgerar.
Niðurstøðan er, at ongar treytir eru fyri at seta lýsingaskelti upp, hetta hvørki í byggisamtyktini ella í byggilógini.
Sostatt kann býráðið ikki geva nøkrum loyvi ella nokta at lýsa við lýsingaskeltum. Heldur ikki lýsingaskíggjum.
Aðrir líknandi skíggjar eru seinastu tíðina settir upp í býnum, og eigarar hava fingið boð frá kommununi um, at vera teir ikki sløktir, verður farið í fútarættin við hesum. Men nú tað vísir seg, at eingin reglugerð er á økinum, kunnu skíggjarnir í prinsippinum tendrast aftur.
Klagur eru komnar um onkrar av skíggjunum, tí teir lýsa ov bjart. Fleiri býráðslimir søgdu at tey einki høvdu ímóti at lýsingaskíggjar vóru í býnum, men at reglugerð mátti gerast á økinum, so tað ikki órógvar grannar ov nógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald