
Fyri tveimum vikum síðani boðaði avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison frá, at borgarar í Avstralia aftur sleppa at ferðast uttanlands í november, eftir at landamørkini hava verið stongd síðan mars 2020.
Nú boðar Dan Tehan, ráðharri í ferðavinnumálum frá, at landið møguliga eisini fer at lata upp fyri ferðafólkum úr øðrum londum áðrenn jól.
Avstralia fer at kunna lata meira upp, tá yvir 80 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett, men fyrsta raðfestingin verður at fáa avstralskar ríkisborgrarar, sum eru staddir uttanlands, heim, sigur hann við Sky News.
Sambært avstralskum myndugleikum eru 68,3 prosent avstralsku borgarunum yvir 16 ár liðugt koppsettir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald