Innanlands

Kunoyar kommuna eisini í samstarv við MEA um ókeypis foreldraskeið

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, húsið fyri familjumenning, fegnast um at Kunoyar kommuna eisini vil vera við í samstarvinum, eins og fleiri aðrar kommunur, og vónar hon, at fleiri leggjast afturat komandi tíðina

2021-05-26 19:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fleiri og fleiri kommunur hava seinastu tíðina undirskriva samstarv við MEA – húsið fyri familjumenning, sum í næstum fer at bjóða foreldrum í kommununi ókeypis foreldraskeið.

Herfyri bleiv avtalan við Kunoyar kommunu eisini undirskrivað, so eisini borgarar á Kunoynni kunnu fáa gleði av nýggja tilboðnum. Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Poul Jacob Poulsen, borgarstjóri sigur, at hetta er ein liður í at styrkja um familjuna, og vónar at borgarar taka væl ímóti átakinum.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, fegnast um at Kunoyar kommuna eisini vil vera við í samstarvinum, og vónar at fleiri leggjast afturat komandi tíðina.

Meiri kann lesast um MEA á heimasíðuni www.mea.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder