Muhammedteknarin Kurt Westergaard er deyður eftir longri sjúkugongd, 86 ára gamal. Tað upplýsti familja hansara fyri Berlingske í gjár. Hann andaðist í farnu viku.
Eftir sita kona hansara, teirra fimm børn, tíggju ababbørn, og eitt langabbabarn.
Kurt Westergaard teknaði í 2005 eina av tekningunum av profetinum Muhammed, sum varð prentað í danska blaðnum Jyllands-Posten, og sum elvdi til eina av størstu uttanríkispolitisku kreppunum, Danmark nakrantíð hevur upplivað.
Seinastu mongu árini mátti Kurt Westergaard liva við lívvaktum, tí tekning hansara gjørdi hann til eitt mál hjá ekstremum islamistum. Í 2012 breyt ein somaliskur maður inn í heim hansara og ætlaði at leypa á hann við einari øks. Hesum slapp Kurt Westergaard so undan við at steingja seg inni á vesinum. Fleiri onnur eru eisini vorðin handtikin fyri at leggja ætlanir um at drepa Kurt Westergaard.
Kurt Westergaard varð føddur í 1935 í Døstrup í Himmerland. Í 1958 varð hann útbúgvin lærari. Árini eftir arbeiddi hann so sum lærari, og seinni gjørdist hann skúlastjóri á einum serskúla í Djursland. Hann hevur tó altíð teknað, og í 1983 varð hann settur sum karikaturteknari á Jyllands-Posten. Fram til 2005 var hann ein lutfalsliga ókendur maður í almenna rúminum. Men hetta broyttist við Muhammed-tekningunum.
Í 2010 gavst hann á Jyllands-Posten sum 75 ára gamal, og síðani brúkti hann sína tíð uppá sítt listaliga arbeiði.
Kurt Westergaard hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald